Poul Michelsen spyr um loftrúmið

Poul Michelsen spyr um loftrúmið
Formaðurin í Framsókn heldur, at vit eiga arbeiða víðari við málinum um at yvirtaka loftrúmið
 
16.03.2014 - 17:26

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, vil nú hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismanni, hvat hann ætlar at gera við frágreiðingina, sum er gjørd um føroyska loftferðsluøkið.

Poul Michelsen hevur sett Johan Dahl skrivligan fyrispurning í málinum.

Frágreiðingin er úrslit av, at løgtingið í 2012 samtykti eitt uppskot frá Framsókn, um at landsstýrið skuldi arbeiða við møguleikanum at yvirtaka loftrúmið.

Arbeiða víðari við málinum

Poul Michelsen sigur, at hóast frágreiðingin er varislig í spurninginum um at yvirtaka málsøkið, eigur at verða arbeitt víðari við málinum.  Tí hevur tað stóran týdning at fáa vita frá landsstýrismanninum, um hann ætlar at arbeiða víðari við málinum, hvussu hann ætlar at leggja arbeiðið til rættis, og hvørja tíðarætlan hann hevur, sigur Poul Michelsen. 

Sambært donsku-føroysku frágreiðingini forðar einki fyri, at Føroyar kunnu yvirtaka málsøkið, men vit noyðast at yvirtaka tað, alt sum tað er. Inntøkurnar av loftrúminum verða mettar til 240-250 milliónir kr., og eini 15 nýggj arbeiðspláss kunnu spyrjast burturúr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869