Trý tilboð at umvæla Sildberan

Trý tilboð at umvæla Sildberan
Støða verður væntandi tikin til tilboðini í hesi vikuni, sigur rakstrarleiðarin á Strandferðsluni.
 
16.03.2014 - 14:27

Strandfaraskip Landsins hava fingið trý tilboð upp á arbeiðið at umvæla og uppstiga nýggju skúvoyarferjuna, Sildberan. 

Tilboð eru komin frá skipasmiðjuni Mest í Havn, Klaksvíkar Sleipistøð og Careonsea í Hvalvík, sum tó bert bjóðar upp á arbeiðið at skifta báðar høvuðsmotorarnar. Hálv fjórða millión krónur er tøk til arbeiðið, og tilboðini liggja øll har á leið, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, við Sandportal.fo

Sandblásing og máling

Umframt at skifta motorarnar, fevnir útbjóðingin um at sandblása og mála bátin umframt ymsar ábøtur, sum Skipasýnið hevur kravt. M.a. viðvíkjandi bjargingarútgerð og ymsum øðrum ferðafólkaviðurskiftum. Conrad Gaard Joensen sigur, at ætlanin er at tosa við allar tríggjar tilboðsgevararnar, áðrenn støða verður tikin til, hvør skal fáa arbeiðið. 

Væntandi verður avgerð tikin seinnapartin í hesi vikuni. Miðað verður framvegis eftir at seta nýggja Sildberan í sigling umleið 1. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439