Marine Harvest: Eiga ikki at ala meiri

Marine Harvest: Eiga ikki at ala meiri
Trupulleikin við laksalús er vorðin so stórur, at hann eigur at verða bastur fyrst, sigur stjórin í heimsins størstu alifyritøku
 
17.03.2014 - 16:34

Noreg eigur ikki at ala meiri.

 Tað eru greiðu boðini frá John Fredriksen, sum er stjóri í heimsins størstu alifyritøku, Marine Harvest.

Tað kemur óvart á alivinnuna, at Marine Harvest mutar ímóti at økja alivinnuna, tí tað kundi givið felagnum fýra milliardir krónur meiri í inntøku. Norsku myndugleikarnir arbeiða við eini ætlan at økja alivinnuna við einum fimtaparti. Tað skal m.a. gerast við at lata meiri fisk ganga í alibrúkunum.

Meiri fyri minni

Men hesum tekur John Frederiksen ikki undir við, tí norðmenn kunnu missa meir fyri minni, um alivinnan verður økt.

Stjórin í Marine Harvest sigur, at laksalús er vorðin so stórur vandi fyri norsku alivinnuna, at tað kann ikki koma upp á tal at vaksa vinnuna, fyrr enn trupulleikin við laksalús er bastur. Hann vísir á, at í 2008 og í 2009 varð nógv gjørt fyri at vaksa um alivinnuna í Kili. Tað hevði við sær, at laksalúsin av álvara fór at gera um seg. Samstundis vórðu aðrar sjúkur staðfestar, og tí mátti fiskurin takast í skundi.

Misti nógvan pening

Tað, sum hendi í Kili, hevði við sær, at Marine Harvest misti nógvar pengar.Tí eigur Noreg at bíða eftir, at tamarhald er fingið á laksalúsini, áðrenn avgerð verður tikin um at økja alingina, sigur John Frederiksen, stjóri í Marine Harvest.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439