Uppskotið um samráð og hoyringar neyvan samtykt

bannari
Uppskotið um samráð og hoyringar neyvan samtykt
Samgongumeirilutin í Rættarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi og vil heldur hava broytingarnar í stjórnarskipanina
Mynd: Savnsmynd  
 
21.03.2014 - 09:27

Samgongan vil ikki vita av broytingunum, sum Tjóðveldi vil hava í stýriskipanarlógini, og sum flokkurin segði hevði til endamáls at styrkja fólkaræðið.

Tað er púra greitt, nú Rættarnevndin hevur skrivað álit um tey trý uppskotini. Samgongan hevur seks av sjey nevndarlimum, og tey mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotini.

Tjóðveldi skjeyt upp at hava almenn samráð og almennar hoyringar í nevndunum hjá løgtinginum.

Tjóðveldi vil eisini hava minnilutaverju, so ein triðingur av løgtingslimunum kann fáa lógaruppskot, sum løgtingið annars hevur samtykt, til fólkaatkvøðu, og løgmansval eftir hvørt løgtingsval.

Og Tjóðveldi vil ikki, at undantøk frá almennum innliti kunnu ásetast í serstakari lóg, eins og gjørt var teirri lógini um Skálafjarðartunnilin, sum Kári P. Højgaard legði fyri løgtingið, tá hann var landsstýrismaður í innlendismálum.

Meirilutin sigur, at í staðin fyri at gera tillagingar í stýrisskipanarlógini, eigur orkan at verða brúkt til at finna eina breiða politiska og fólksliga semju um eina stjórnarskipan fyri Føroyar. Eina stjórnarskipan, sum byggir á uppskotið, sum var komið undir land í 2010.

Løgmaður ella formenninir í øllum flokkum á tingi eiga at taka stig til hetta arbeiðið, sigur meirilutin í Rættarnevndini.

Løgmaður segði longu í 2012, at hann fer at koma í løgtingið við uppskoti um stjórnarskipan.

Løgtingið fer týsdagin at atkvøða um tey trý uppskotini hjá Tjóðveldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650