Myndugleikarnir: Harðari revsing fyri rúsevni

Myndugleikarnir: Harðari revsing fyri rúsevni
Myndugleikarnir í Føroyum ynskja harðari revsing, verður lógin um rúsevni brotin. Eitt dagført lógaruppskot er á veg í løgtingið
Harðari revsing eigur at gevast, verður lógin um rússevni brotin, halda myndugleikarnir

24.03.2014 - 10:04

Tað er umráðandi, at revsingin er harðari í Føroyum enn í Danmark, tá lógin um rúsevni er brotin. Smáar nøgdir av rúsevnum gera størri skaða í Føroyum, sum er eitt so lítið samfelag, halda myndugleikarnir.

Rúsevni kosta nógv meira í Føroyum. Tey, sum selja rúsevni í Føroyum hava nógv størri vinning enn tey, sum til dømis selja í Danmark.

Dómsvaldið, eisini Landsrætturin, hevur í nógv ár dømt harðari í rúsevnismálum í Føroyum enn í Danmark. Tann rættarvenjan skal varðveitast, halda bæði fútin og landsstýrismaðurin í heilsumálum.

Revsingin fyri lítil brot ov lin í Føroyum

Eitt uppskot um at dagføra og herða donsku lógina um rúsevni, sum er galdandi í Føroyum, er á veg í løgtingið.

Í Danmark ber til at revsa lítil brot á rúsevnalógina við ávaring. Men fútin heldur, at hetta er ov lin revsing í Føroyum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum er samdur við fútan.

SÍ EISINI Lógin um rúsevni skal herðast munandi

Ásetingin um ávaring er tí strikað í ríkislógartilmælinum. Fútin stúrir fyri, at ásetingin um ávaring kann tulkast sum um lógin er linkað í Føroyum.

Í Føroyum er vanligt at geva bót, verður lógin um rúsevni brotin, hóast talan er um smávegis nøgdir av rúsevnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572