E-sigarettir hjálpa tær ikki at leggja av
E-sigarettir hjálpa tær ikki at leggja av
Ætlar tú tær at leggja av at roykja, er loysnin ikki at skifta til sonevndu e-sigarettirnar, eins og sagt hevur verið, vísir nýggj kanning
Sonevndu e-sigarettirnar gera tað ikki lættari hjá fólki at leggja av at roykja, staðfestir nýggj kanning. 949 fólk vórðu spurd
28.03.2014 - 06:02
Roykjarar, ið hava ætlanir um at leggja av at roykja, gera sær sjálvum eina bjarnatænastu, um teir velja sonevndu e-sigarettirnar í vónini um, at tað verður lættari at leggja av at roykja.
Tað er høvuðsniðurstøðan hjá viðurkenda tíðarritinum, JAMA Internal Medicine. Niðurstøðuna hevur tíðarritið bygt á spurnarkanning, har 949 fólk vórðu spurd.
SÍ EISINI Los Angeles bannar e-sigarettir
Lýsingar, ið fortelja fólki, at tað verður lættari at leggj av at roykja, um tey skifta til sonevndu e-sigarettirnar, eiga at bannast beinanvegin, sigur ein granskari, ið gjørdi kanningina.
Lýsingar ørkymla fólk
- Lýsingar, ið lova, at tað verður lættari at leggja av at roykja, um fólk skifta til e-sigarettir, skulu bannast, so leingi hetta ikki er vísindaliga prógvað, sigur Pamela Ling, granskari á University of California.
Læknar hava ført fram, at sonevndu e-sigarettirnar eiga at verða skamtaðar eins og heilivágur er í ávísumlondum. USA og Bretland umhugsa í løtuni, at skamta sonevndu e-sigarettirnar fyri at avmrka nýtsluna.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. januar
Mono - Hjalte Bachmann - 070126
202354
Mikudag 7. januar
Skratsj 7. januar 2026
202348
Mikudag 7. januar
Soleiðis fært tú góðar vanar
202338
Mikudag 7. januar
Morgunlestur mikudagur 7.januar 2025
202089
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
202302
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274