Nú er semja um svartkjaftin

Nú er semja um svartkjaftin
Strandalondini eru samd um, at heildarkvotan í ár skal verða 1,2 milliónir tons. Føroyski parturin er 290.000 tons.
Andras Kristiansen er føroyskur samráðingarleiðari í svartkjaftasamráðingunum
 
27.03.2014 - 15:49

Strandarlondini - Føroyar, Ísland, Noreg og ES - eru í dag vorðin samd um, at heildarkvotan av svartkjafti fyri 2014 skal verða 1,2 mill tons. Kvotan, sum strandarlondini býta sínámillum, verður 1.105.000 tons tons. Restin av kvotuni er sett av til altjóða sjógv, har serstakliga Russland hevur søguligan fiskiskap at vísa á. Eins og fyri 2013 var neyðugt við fleiri samráðingarumførum, áðrenn semja fekst.

Tær seinastu samráðingarnar hava verið um telefon og teldupostsamskifti millum strandarlondini, við Russlandi sum eygleiðara.  Avgerðin um at áseta heildarkvotuna til 1,2 mill. tons er tikin við støði í ráðgeving frá ICES. Talan er um eina munandi hækking í heildarkvotuni samanborið við 2013, tá heildarkvotan var 643.000 tons. Sambært avtaluni millum strandarlondini frá 2005 er føroyski parturin av strandarlandakvotuni 26,125 % svarandi til 288.549 tons í 2014. 

Russar fáa 75.000 tons

Føroyar hava í sínámillum samráðingunum við Russland latið Russlandi 75.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni. Í sínámillum avtaluni við ES lata Føroyar ES 2.000 tons av føroysku kvotuni, og ES letur Føroyum 15.000 tons av teirra. Samstundis sum strandarlondini eru vorðin samd, eru eisini gjørdar sínámillum avtalur millum Føroyar og Noreg og millum Noreg og ES um atgongd hjá norskum skipum at fiska ein part av teirra strandarlandakvotu í ávikavist føroyskum sjógvi og í ES sjógvi.

Sambært avtaluni millum Føroyar og Noreg kunnu norsk skip fiska 44.180 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, meðan føroysk kunnu fiska 22.090 tons í norskum sjógvi. Føroyar og ES hava framman avtalað, at føroysk skip kunnu fiska 25.000 tons av síni kvotu í ES sjógvi og ES skip 25.000 tons í føroyskum sjógvi. Jacob Vestergaard er væl nøgdur við avtalurnar:

Betri møguleikar

- Svartkjaftaavtalan økir munandi um veiðimøguleikarnar hjá føroyskum skipum í 2014. Við hesi avtaluni og avtalunum, ið frammanundan eru gjørdar við ES og Noreg, eru forðingarnar, sum ES og Noreg settu Føroyum í sambandi við makrelósemjuna í 2011, ruddaðar av vegnum, sigur Jacob Vestergaard. Hann ásannar kortini, at stríðið um viðurkenning um rætt Føroya til tilfeingið ikki er liðugt, men frá føroyskari síðu vilja vit líta frameftir í okkara samstarvi við hini strandarlondini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439