Minnilutin mælir frá at samtykkja avlurtingarpakka

Minnilutin mælir frá at samtykkja avlurtingarpakka
Rætturin til óskert privatlív eigur at vinna á rættinum hjá statinum, siga Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen
 
27.03.2014 - 13:14

Stóru andstøðuflokkarnir vilja ikki loyva tí, sum teir kalla eitt stórt inntriv í privata frælsið hjá føroyingum.

Minnilutin í Rættarnevndini, Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen, mælir løgtinginum frá at samtykkja avlurtingarpakkan. Rætturin til eitt frælst og óskert privatlív eigur at vinna á rættinum hjá statinum so víðfevnt at sneyta í øllum okkara privatu viðurskiftum, siga teir báðir tingmenninir. 

Teir siga eisini, at uppskotið rakar ov breitt og skeivt. 

Leggur ikki upp fyri internet-telefoni

Tað er komið fram í Rættarnevndini, siga teir, at tøknin í uppskotinum ikki tekur atlit at samskifti á netinum, heldur ikki internet-telefoni, so sum Skype og Wiper. Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen mæla tinginum til at strika alt í ríkislógarmælinum, sum hevur við sær inntriv í fráboðanarloyndina, eftirlit, dátuavlesing, og sum bronglar ella avbrýtur radio- ella telesamskifti.  

Samgongan vil geva løgregluni størri heimildir

Men samgongan í Rættarnevndini tekur undir við at geva løgregluni størri heimildir til at avlurta telefonir hjá fólki, sum eru undir illgruna. Politiið hevur biðið um at fáa víðari heimildir, og løgmaður legði fyrst í november ríkislógartilmæli fyri løgtingið um at broyta rættargangslógina í Føroyum. 

Meirilutin í Rættarnevndini sigur, at leingi hevur verið átrokandi at fingið dagført rættargangslógina fyri Føroyar. Broytingin, sum nú skal gerast, skal geva løgregluni betri møguleikar at kanna grov brotsverk.  

Videoavhoyring

Ein onnur broyting er um at videoavhoyra børn. Videoavhoyring av børnum verður brúkt millum annað í málum um kynsligan yvirgang.  Hetta verður gjørt fyri at barnið ikki noyðist at geva frágreiðing á rættarfundi, har sum nógv fólk eru, eitt nú fólkið, sum er ákært fyri at hava gjørt seg inn á barnið.

Videoavhoyringar verða longu brúktar í Føroyum, men nú skulu greiðar reglur um tær setast í rættargangslógina. Børn, sum eru 12 ár ella yngri, kunnu avhoyrast á sjónband.  Men Rættarnevndin, og her er nevndin samd, vil hava aldursmarkið hækkað upp í 15 ár. Men har er neyðugt at bíða eftir danska Løgmálaráðnum, sum hevur avgjørt at viðgera spurningin um at hækka aldursmarkið, eisini í Danmark og Grønlandi.  

11 fundir í nevndini

Hetta arbeiðið verður liðugt seinast í hesum árinum. Og tá er Løgmálaráðið sinnað at gera uppskot um broyting í føroysku rættargangslógini, so aldursmarkið eisini verður 15 ár í Føroyum.  Rættarnevndin fekk málið 14.november og viðgjørdi tað á 11 fundum, áðrenn nevndin helt seg til at skriva álit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Mánadag 15. desember
Góðan morgun Føroyar
201507
Mánadag 15. desember
Morgunlestur mánadagur 15.desember 2025
200534
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424