Skattafríur bilur svarar til 17.000 kr. um mánaðin

Skattafríur bilur svarar til 17.000 kr. um mánaðin
Hjá teimum, sum búgva í høvuðsstaðarøkinum, verður hetta ein inntøkuvøkstur, tí tey fáa ikki kostnaðarendurgjald
Løgmaður og landsstýrisfólk skulu sambært einum uppskoti fáa skattafrían bil
 
02.04.2014 - 07:51

Skattafríur bilur hjá løgmanni og landsstýrisfólkunum fer at svara til knappliga 17.000 kr. í løn um mánaðin.

Tað stendur í einum yvirliti, sum liggur saman við uppskotinum hjá løgmanni um at broyta lønirnar hjá løgmanni og landsstýrisfólkum. Uppskotið er í løtuni til viðgerðar í serligari løgtingsnevnd, sum varð sett at viðgera tað.

Sambært uppskotinum skulu løgmaður og landsstýrisfólkini hava frían bil í staðin fyri kostnaðarendurgjaldið, sum nú er galdandi. TAKS sigur, at skattafríur bilur svarar til 16.927 kr. í løn um mánaðin. 

Inntøkuvøkstur

Hjá teimum, sum búgva í høvuðsstaðarøkinum, verður hetta ein inntøkuvøkstur, tí tey fáa ikki kostnaðarendurgjald, hvørki eftir galdandi lóg ella sambært lógaruppskotinum. Verður lógaruppskotið um lønirnar og ágóðarnar hjá løgmanni og landsstýrisfólkum samtykt í løgtinginum, koma lógarbroytingarnar ikki í gildi fyrr enn eftir næsta løgtingsval.

Sambært uppskotinum verður borðfæið, sum eisini er skattafrítt, strikað. Hjá løgmanni svarar borðfæið til slakar 16.000 kr í løn um mánaðin. Hjá landsstýrisfólkunum svarar borðfæið til 5.320 kr. í løn um mánaðin. Størsta broytingin í lógaruppkotinum er eftirlønin. Hjá teimum, sum hava verið minst átta ár í landsstýrinum, fer eftirlønin úr 110 prosentum niður í 15 prosent.

Ivasamt um semju

Ivasamt er, um full semja er í samgonguni um uppskotið hjá løgmanni. Løgmaður eigur sum so ikki uppskotið sjálvur. Hann hevur lagt uppskotið, sum ein arbeiðsbólkur, hann setti at gera uppskot um løn, samsýningar og eftirløn, gjørdi fyri einum góðum ári síðani. Grein 25 nevndin hevur fund um uppskotið í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522