Bara fútin kann geva innlit í politimál

Bara fútin kann geva innlit í politimál
Tað hevur Løgtingsins umboðsmaður enn einaferð staðfest
 
10.04.2014 - 09:35

Tá eitt mál er latið politinum, ber ikki til at fáa innlit í málið, uttan so at fútin gevur innlit.

Tað hevur Løgtingins umboðsmaður enn eina ferð staðfest.

Løgtingsins umboðsmaður fekk eina kæru um Tórshavnar kommunu, sum ikki vil lata Norðlýsinum innlit í málið um Levi Mørk, fyrrverandi leiðara í frítíðarskúlanum og Klubb 188 í Hoyvík.

Norðlýsið bað kommununa um innlit í málið, tí Norðlýsið hevur fingið at vita, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, í desember í fjør gav Levi Mørk eitt tilboð um at rinda aftur 100.000 kr.

Og so skuldi alt málið um fíggjaróskil, sum Levi mørk er undir illgruna fyri at hava framt í 2012 og 2013, verða gloymt.

Men Norðlýsið fær ikki innlit, tí málið varð meldað til politiið 21.januar í ár.

Norðlýsið bað um innlitið eftir tann dagin. Og Løgtingsins umboðsmaður fær ikki hjálpt Norðlýsinum.

Í avgerðini stendur, at talan er um eitt fyrisitingarligt mál, sum er byrjað í Tórshavnar kommunu, men sum endar við eini avgerð hjá fútanum, um grundarlag er fyri at reisa ákæru ella ikki.

Tað er tí fútin, sum tekur endaligu fyrisitingarligu avgerðina í hesum málinum.

Og sambært lógini um innlit skal fútin eisini avgera, um innlit skal latast ella kann verða latið í skjølini hjá myndugleikanum, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572