TALV: Høgni Egilstoft Nielsen einsamallur á odda

TALV: Høgni Egilstoft Nielsen einsamallur á odda
16 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er einsamallur á odda við fullum stigatali í meistarabólkinum eftir sjey umfør
Næstsíðsta umfar í FM-kappingini fyri einstaklingar er í Klaksvík í dag, og kappingin endar í morgin
 
18.04.2014 - 15:36

Støðan í FM-kappingini í talvi hjá meistarabólkinum fyri einstaklingar eftir sjey umfør:

Nr. 1: Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag við 7 stigum.

Nr. 2: Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag við 6 stigum

Nr. 3: Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Havnar Telvingarfelag við 5 stigum.

Nr. 5: Ólavur Simonsen úr Klaksvíkar Talvfelag við 4½ stigi.

Næstsíðsta umfar er í dag, og kappingin endar í morgin. Tá møtast oddafiskarnir í kappingini, Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen, men avgerðin um meistaraheitið kann fella longu í dag.

FM-kappingin í talvi fer fram í Klaksvík. Til ber at fylgja við beinleiðis á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558