Sáttmálaviðurskifti skulu framvegis ikki í lógina

Sáttmálaviðurskifti skulu framvegis ikki í lógina
Samgongan í Vinnunevndini mælir enn einaferð til at fella eitt uppskot hjá Javnaðarflokkinum
Nógv orðaskifti var um garnaskipið Anitu, tá uppskotið frá Javnaðarflokkinum varð beint aftur í nevnd
 
06.05.2014 - 11:01

Samgongumenninir í Vinnunevndini mæla framvegis til at fella uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at broya lógina um vinnuligan fiskiskap fyri at tryggja útlendskum fiskimonnum føroysk sáttmálaviðurskifti.

Uppskotið varð beint aftur í Vinnunevndina 23.apríl, tá onnur viðgerð var. Samgongufólk atkvøddu fyri at lata nevndini málið aftur. Orðaskiftið var nógv um garnaskipið Anitu. Samgongan feldi annars sama uppskot bæði í 2012 og í fjør. 

Óheppið

Meirilutin í Vinnunevndini heldur framvegis tað vera óheppið, at krøv um sáttmálar við manningarfeløgini verða sett í lógina um vinnuligan fiskiskap. Meirilutin heldur tað vera rættast, at allir útlendingar á fiskiskipum, sum eru undir føroyskum flaggi, skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.  Og útlendsku fiskimenninir eiga at fáa hýru eftir altjóða sáttmálum, heldur meirilutin, sum tó framvegis ikki vil broyta lóginu um vinnuligan fiskiskap.  

Og meirilutin heldur, at landsstýrið eigur at koma við uppskotum um lógarbroytingar, sum kunnu forða fyri tí, sum hendi á Anitu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659