Ferðaráðið verður partafelag

Ferðaráðið verður partafelag
Samgongan og Tjóðveldi taka undir við uppskotinum um at gera Ferðaráðið til partafelagið Visit Faroe Islands
 
07.05.2014 - 11:31

Breið undirtøka er í løgtinginum fyri at gera Ferðaráðið til partafelagið Visit Faroe Islands.

Tjóðveldi tekur eisini undir við uppskotinum hjá Johan Dahl, landsstýrismanni. Men Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið.

Samgongan og Tjóðveldi siga, at skal ferðavinnan gerast ein gevandi inntøka og geva arbeiðspláss í framtíðini, er best at leggja hana í alment partafelag. Kortini ivast tey í, um partafelagsformurin er tann rætti ella kann brúkast í hesum føri. Tí ein stórur partur av inntøkuni hjá felagnum fer at koma frá tí almenna og minni parturin frá privatum. 

Og endamálið við felagnum ikki er at fáa yvirskot, men at menna ferðavinnuna í Føroyum. 
 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375