Hava hvørki trygdarskeið ella heilsuváttan

Hava hvørki trygdarskeið ella heilsuváttan
Garnaskip eru kannað 30 ferðir seinasta hálva annað árið
Tað kostaði Vørn 400.000 kr. í eykaútreiðslum at kanna nógvu gørnini hjá Anitu fyrst í apríl, tá tey 1400 gørnini vórðu undir eftirliti hjá Vørn
 
07.05.2014 - 08:50

Tað er ikki óvanligt, at menn við garnaskipum hvørki hava trygdarskeið ella heilsuváttan.  

Tað upplýsir Fiskimálaráðið í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sum setti Jacob Vestergaard nógvar spurningar um garnaskipini. 

Kannað 30 ferðir

Millum annað spurdi tingmaðurin, hvussu ofta Vørn kannar garnaskipini. Svarið er, at Vørn hevur kannað garnaskipini 30 ferðir í tíðarskeiðinum 1.januar 2011 til 28.apríl í ár. Til dømis er Oknin kannað átta ferðir, Gudrun sjey ferðir, Thor fimm ferðir og Anita og Ågot fýra ferðir.   

Jacob Vestergaard svarar, at Vørn hevði týðandi viðmerkingar til dagbókina hjá Ågot í sambandi við eftirlitskanning tann 15. apríl í fjør og hjá Anitu tann 21.apríl í ár. Staðfest er, at føroyingar og útlendingar við garnaskipum ikki hava lokið kravið um trygdarskeið og Bláu bók. Bláa bók er heilsuváttan hjá sjófólki.   
 
Fýra menn á garnaskipum høvdu ikki heilsuváttan. Og tíggju høvdu ikki trygdarskeið, tá Brimil og Tjaldur kannaðu skipini. Harumframt hevur eftirlitið á landi í tveimum førum staðfest, at stórur partur av útlendsku manningini á Anitu hevði ikki trygdarskeið. Brot av hesum slagi verða latin fútanum, sigur landsstýrismaðurin. 

400.000 kr. í eykaútreiðslum 

Tað kostaði Vørn 400.000 kr. í eykaútreiðslum at kanna nógvu gørnini hjá Anitu fyrst í apríl, tá tey 1400 gørnini vórðu undir eftirliti hjá Vørn. Anita fiskaði annars nógv mest av føroysku garnaskipunum í fjør. Anita avreiddi góð 530 tons í fjør, stendur eisini í svarinum úr Fiskimálaráðnum.. Anita avreiddi í Havn, Miðvági, Klaksvík og í Vigo í Spania. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863