Eykajáttan til vardan bústað

Eykajáttan til vardan bústað
Fíggjarnevndin er samd við landsstýriskvinnuna um, at málið hevur skund, og tí er umbøn um eykajáttan løgd fyri tingið
 
08.05.2014 - 08:11

Fíggjarnevndin góðtók ikki ráðsførsluskjalið hjá Almannamálaráðnum um at flyta pengar av kontuni bústovnar til ein nýggjan vardan bústað. Men landsstýriskvinnan fær kortini pengarnar, tí í staðin fyri, hevur Fíggjarnevndin lagt uppskot um eykajáttanarlóg fyri løgtingið.

Fíggjarnevndin er samd við landsstýriskvinnuna um, at málið hevur skund. Men Fíggjarnevndin heldur, at talan er um játtan til nýggja verkætlan, og ikki um broyttar fortreytir fyri játtanini til bústovnar. Tí krevst ein lógarbroyting. 

Pláss fyri hjálpartólum

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, bað í gjár Fíggjarnevndina um ráðførslu um pengar til ein vardan bústað. Talan er um vardan bústað, sum skal innrættast soleiðis, at pláss er fyri serligum hjálpartólum. Eingin slíkur bústaður er í landinum. Og í løtuni hevur tað skund at útvega tílíkan bústað. Landsverk hevur mett byggikostnaðin at vera 1,4 mió. kr. 

Men einki er sett av til júst hesa verkætlan í fíggjarlógini fyri 2014. Pengarnir eru kortini til í játtanini hjá Almannamálaráðnum. Pengar, sum annars ikki verða brúktir í ár.  Teir kunnu tó ikki brúkast til serliga varda bústaðin uttan heimild frá løgtinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659