Hesar tarna ferðsluni í Havn mánadagin og týsdagin

Hesar tarna ferðsluni í Havn mánadagin og týsdagin
Fyrstu vindmyllurnar, ið SEV skal seta upp í Húsahaganum, eru komnar til landið. Tær eru so stórar, at ferðslan í høvuðsstaðnum verður tarnað
Ferðslan í Havn verður tarnað fram til miðskeiðis í juli, nú stóru vindmyllurnar hjá SEV skulu flytast niðan í Húsahaga, har tær skulu setast upp
Mynd: sev.fo  
 
11.05.2014 - 14:06

<p>Tann fyrsta av teimum 13 vindmyllunum í Húsahaga verður flutt av farmabryggjuni í Havn niðan í Húsahaga mánadagin og týsdagin. Bæði vindmyllutorn og mylluveingir eru 45 metrar lang.</p>

<p>Tí verða tey flutt í tveimum pørtum, sum eru meira enn 25 metrar til longdar, tá ið bilur og flutningsvognur eru íroknað. Harumframt eru aðrir partar av myllunum fimm metrar breiðir, og longdin er tá 16 metrar við bili og flutningsvogni.</p>

<p>Løgreglan samskipar ferðsluna, sum verður nakað tarnað í teimum tíðarbilum, stóri flutningurin fer fram við Strond og eftir ringvegnum.Týsdagin verður hildið fram at flyta partar av hesi fyrstu vindmylluni niðan í Húsahaga, har ein stórur krani, sum er leigaður úr Svøríki, stendur til reiðar at seta myllurnar upp.</p>

<p>Vindmylluflutningurin heldur fram við jøvnum millumbilum í tveir mánaðir til 15. juli, tá ið allar 13 myllurnar eftir ætlan eru fluttar niðan í Húsahaga og settar upp so hvørt. Vindmyllurnar verða royndarkoyrdar í summar, og tær verða ætlandi settar alment í rakstur í september, skrivar SEV.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
Morgunlestur hósdagur 18.desember 2025
200537
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552