- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruritið um at verða klárt

<p>Linda Hesselberg, ákæri, segði við Útvarpið 22.apríl, at talan er um sjey brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini.</p>
<p>Men hvussu nógvar ákærurnar verða, veit hon ikki enn, tí ákæruritið er ikki liðugt. Tað verður latið rættinum í næstu viku, sigur hon. Vørn tók veiðiloyvið frá Anitu í fýra vikur.</p>
<p>Anita sleppur kortini ikki at loysa, tá hon fær loyvið aftur mánadagin. Tí politiið hevur trygd í skipinum fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á. Talan er um 2,4 mió. kr.</p>
<p>Reiðaríið hevur ikki veitt bankatrygd fyri kravinum, og tí hevur reiðaríið trygd í skipinum. Anita verður liggjandi, til Føroya rættur hevur viðgjørt málið, um tað ikki dregur alt ov nógv út, sigur Jens Andrias Winther, advokatur hjá reiðaríinum.</p>
























