Løgmaður hevur fult álit á Jørgeni Niclasen

Løgmaður hevur fult álit á Jørgeni Niclasen
Tað segði løgmaður í tíðindunum á Rás 2 klokkan ellivu í dag. Hann heldur ikki, at Jørgen Niclasen hevur sagt ósatt fyri sær
 
28.05.2014 - 13:26

– "Eg havi fult álit á Jørgeni Niclasen, og Sambandsflokkurin fer ikki at atkvøða fyri einum misáliti á landsstýrismannin í fíggjarmálum", sigur Kaj Leo Holm Johannesen við in.fo

Og hóast Jørgen Niclasen hevur viðgingið, at hann ikki hevur sagt satt á tíðindafundinum um tollmálið, so heldur løgmaður ikki, at Jørgen Niclasen nakrantíð hevur sagt ósatt fyri sær. Tað segði hann við Rás 2 í dag.

Andstøðuflokkarnir umhugsa at leggja fram misálit á landsstýrismannin í fíggjarmálum, men løgmaður er ósamdur:

- "Eg haldi at eitt sindur av inflatión er komin í orðið ”álit”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við in.fo. Hann heldur seg einki hava fingið at vita, sum ger at hann missir álitið á sín landsstýrismann í fíggjarmálum.

Kaj Leo Holm Johannesen er staddur uttanlands, og kemur ikki aftur til Føroya fyrr enn í kvøld. Hann verður tí ikki við, tá tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum seinni í dag fer at viðgera málið um Jørgen Niclasen. Men greitt er, at løgmaður hevur fult álit á Jørgeni Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970