840 mió. forvinna minni enn 11 krónur um dagin

840 mió. forvinna minni enn 11 krónur um dagin
Ein kanning, sum altjóða arbeiðarafeagið ILO hevur gjørt vísir at nærum ein milliard fólk hava minni enn 11 krónur um dagin at liva fyri
 
01.06.2014 - 10:19

Hóast arbeiðsfólk í menningarlondunum støðugt fáa betri arbeiði, so tjena 840 milliónir fólk kring heimin minni enn 11 kr. um dagin.
Tað stendur í eini frágreiðing frá Altjóða Arbeiðarafelagnum, ILO.

Felagið fegnast kortini um, at tað støðugt gongur framá, og at at fleiri í lægri lønarbólkunum koma uppí miðalflokkin av fólkum.
Fegnast verður eisini um, at fátæku londini hava økt tilboðið av arbeiði, hóast kreppuna sum hevur verið.
Í Europa tykist støðan at vera tann øvugta, har minkar útboðið av arbeiði, upplýsir ILO.

Í løtuni eru 1,5 milliardir fólk sum hava ótrygga tilveru, tí tey hava ikki fast starv, og trygdin er vánalig.
ILO roknar við, at næstu fimm árini fara 213 milliónir ungfólk at fáa arbeiði, 200 milliónir av teimum eru í menningarlondunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086