46 fleiri persónbilar í ár

46 fleiri persónbilar í ár
Fyrstu fimm mánaðirnar eru innfluttir 637 persónbilar og 86 vøruvognar
 
02.06.2014 - 15:26

46 persónbilar fleiri eru innfluttir higartil í ár sammett við í fjør. 

637 persónbilar eru innfluttir  í ár. Fyrstu fimm mánaðirnar í fjør vórðu 591 nýggir bilar innfluttir. Hagtølini vísa eisini, at í síðsta mánað eru 197 persónbilar innfluttir, sammett við 163 í mai í fjør.

Fleiri vøruvognar

Talið av vøruvognum er eisini vaksið. Higartil í ár eru innfluttir 86 vøruvognar, sammett við 77 sama tíðarskeið í fjør. 

Og til tykkara, sum dámar væl at vitja pylsuvognar, so vísa hagtølini tíverri, at eingin pylsuvognur er innfluttur í ár, men í fjør kom ein pylsuvognur til landið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262