Oljublettur á Kollafirði

Oljublettur á Kollafirði
Sambært politinum er illgruni um, hvaðani oljan kemur, men illgrunin er ikki staðfestur enn.
 
02.06.2014 - 07:52

Á middegi í gjár sóu fólk olju á Kollafirði. 

Sambært politinum er illgruni um, hvaðani oljan kemur, men illgrunin er ikki staðfestur enn. Tað verður hann kanska í dag. Tvey skip lógu í Kollafirði í gjár, ein russiskur trolari, sum hevur ligið har mannleysur í nøkur ár, tí eingin í Russlandi vil kennast við hann, og eitt føroyskt línuskip.

Brimil tekur royndir

Brimil kom á Kollafjørð í nátt, og royndir skuldu takast av oljuni á sjónum. 

Sløkkiliðið í Havn legði tvær byrgingar á Kollafirði í gjár, aðra við bryggjuna í Kollafirði, og hina við ferjuleguna á Oyrareingjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265