Bóltaði 30-40 metrar - fekk ongan skaða

Bóltaði 30-40 metrar - fekk ongan skaða
Enn er ógreitt, hví ein bilur fór oman av landsvegnum innan fyri Sund í gjárkvøldið
 
03.06.2014 - 07:47

Kvinnan í bilinum, sum fór út av landsvegnum oman fyri havnina á Sundi í gjárkvøldið, fekk ongan skaða.

Tað varð staðfest eftir kanningarnar á Landssjúkrahúsinum, hagar kvinnan, sum var einsamøll í bilinum, varð flutt eftir óhappið, sigur politiið í morgun. Tað var um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið, at ein persónbilur á veg norðureftir fór fram um ein betongbil. Men kvinnan, sum koyrdi persónbilin, misti tamarhaldið á bilinum og fór út av vegnum beint har, sum eitt glopp er í autoverjuni.

Bóltaði 30-40 metrar

Bilurin bóltaði tvær-tríggjar ferðir omaneftir og endaði á hjólunum 30-40 metrar niðan fyri vegin. Sjóverjuskipið Vædderen lá við bryggju á Sundi. Fólk umborð sóu óhappið henda, og lækni og onnur av skipinum fóru alt fyri eitt til hjálpar.

Kvinnan er ikki avhoyrd enn, so politiið veit ikki, hví óhappið hendi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672