Land og kommunur fáa meiri í skatti

Land og kommunur fáa meiri í skatti
Skattainntøkan hjá landinum fyrstu fimm mánaðirnar í ár var 534 milliónir kr., og kommurnar fingu góðar 600 milliónir
 
03.06.2014 - 07:49

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hava bæði landskassin og kommunurnar fingið meira í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir nýggj skattauppgerð hjá TAKS. 

Landskassin hevur  fingið slakar 534 milliónir krónur í skatti, og tað er nakað meira enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør. Vøksturin er góð fimm prosent.

Kommunurnar 600 mió. kr.

Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið slakar 601 millión krónur inn í skatti, - tað eru góða fýra prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. Flestu kommunurnar hava fingið meiri í skatti í ár. Millum størru kommunurnar hava Eysturkommuna, Fuglafjarðar kommuna og Tvøroyrar kommuna størstu framgongdina, meðan eitt nú Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommuna hava framgongd, sum tó ikki er líka stór. 

105 mió. kr. í eftirlønarskatti

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár eru góðar 105 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti, og góðar 17 milliónir í kirkjuskatti.  Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 11 milliónir krónur meira.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522