Grein 19 nevndin fer at skipa seg

Grein 19 nevndin fer at skipa seg
Nevndin, sum skal kanna Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, hevur sín fyrsta fund í næstu viku
 
04.06.2014 - 08:10

Grein 19 nevndin, sum løgtingið valdi í síðstu viku at kanna Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, fer at hava fyrsta fundin í næstu viku.

Tá fer nevndin millum annað at skipa seg við formanni og næstformanni, sigur Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, sum sjálvur triði varð valdur í nevndina. Hini í nevndini eru Joen Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum og Kristina Háfoss í Tjóðveldi.

Nevndin skal kanna virksemið hjá Eik Grunnininum frá 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í ár.

Eftirlitið var í Danmark til 2008, tá tað varð yvirtikið. Frá 2008 hevði Skráseting Føroya eftirlitið við Eik Grunninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744