Nú er Útflutningsráðið mannað

Nú er Útflutningsráðið mannað
Ráðið skal stuðla uppundir og betra kappingarføri og marknaðaratgongdina hjá føroyskum vørum og tænastum
Guðrun Rógvadóttir er ein av limunum í nýskipaða Útflutningsráðnum
 
04.06.2014 - 15:21

Løgmaður hevur tilnevnt sjey fólk at manna Útflutningsráð Føroya næstu tvey árini.

Teir eru Símun P. Jacobsen, Marita Rasmussen, Bárður Enni, Pól Huus Sólstein, Alda Joensen, Ásmundur Guðjónsson og Guðrun Rógvadóttir.

Seks av limunum eru tilnevndir eftir tilmæli frá Vinnuhúsinum, Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fiskimálaráðnum.

Útflutningsráð Føroya er sett á stovn fyri at stuðla uppundir og betra um marknaðaratgongd og kappingarføri hjá føroyskum vørum og tænastum. Útflutningsráðið skal veita løgmanni og uttanríkistænastuni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað, so vinnan fær bestu karmar at virka undir í viðurskiftunum við onnnur lond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817