Flogbóltur: Taptu fyri Andorra

Flogbóltur: Taptu fyri Andorra
Føroyska flogbóltslandsliðið hjá monnum tapti fyri Andorra í fyrsta EM-undankappingardystinum
 
06.06.2014 - 08:34

Føroyska flogbóltslandsliðið hevur spælt fyrsta EM-undankappingardystin av trimum.

Fyrsti dysturin var ímóti Andorra. Hóast Føroyar vunnu spennandi fyrsta sett 29-27, endaði dysturin 3-1 til Andorra.

Andorra var undan dystinum mett at vera greiður favorittur, men blivu øll fýra settini jøvn.

Settúrslitini vóru 29-27, 21-25, 23-25 og 20-25.

Í kvøld klokkan seks spæla Føroyar móti vertstjóðini, Kýpros.

Hitt landið í føroyska bólkinum er Norðurírland. Dysturin móti Norðurírlandi verður leygardagin klokkan 15.00

 

Kvinnurnar byrja í dag

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti luttekur eisini í EM-undankapping. Kappingini er í Reykjavík.

Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Luksemburg og Liktenstein.

Fyrsti dysturin verður ímóti Luksemburg í dag klokkan 16.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026