Fýra vilja vera prestur í Hoyvík og Kaldbak

Fýra vilja vera prestur í Hoyvík og Kaldbak
Ætlanin er, at nýggi sóknarpresturin skal taka við starvinum 1. september
 
06.06.2014 - 07:59

Fyra umsóknir vóru til nýggja starvið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi. Umsóknarfreistin var úti í gjár, og ætlanin er at innstilla prestin fyri summarsteðgin, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Talan er um kirkjusóknirnar í Hoyvík og Kaldbak. Prestagjaldið er tað yngsta í landinum, og tvær kirkjur eru í prestagjaldinum.

Landsstýrismaðurin tilnevnir sóknarprestin og gevur setanarbræv. 

Eftir ætlan, skipar dómprósturin sóknarprestin í nýggja embætið við gudstænastu í Hoyvíkar kirkju 31. august, skrivar folkakirkjan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086