Lættari hjá vinnuni at fáa fígging

Lættari hjá vinnuni at fáa fígging
Nú kunnu allar ognir setast í veð
 
06.06.2014 - 15:59

Frá á nýggjárinum verður lættari hjá vinnuni at fáa fígging, tí tá koma broytingarnar í tinglýsingarlógini í gildi, upplýsir Umhvørvisstovan.

Størstu broytingarnar í tinglýsingarlógini eru øktu heimildinar hjá fyritøkum at seta ognir í veð. 

Ognir setast í veð

Allar ognir hjá fyritøkuni kunnu setast í veð. Tað kann vera goymslan, rakstrarútbúnaður, kundaáognir, innbúgv o.a. Harvið verður trygdin hjá peningastovnunum betri og tí verður roknað við, at tað verður lættari hjá vinnuni at fáa fígging enn fyrr.

Ein onnur størri broyting er, at veðseting av akførum verður munandi meira gjøgnumskygd enn áður. Tá nýggja lógin kemur í gildi skulu øll akfør skrásetast í eini akfarsbók. Tá kann ein og hvør, sum hevur tørv á tí fáa kunning. um skuld er í akfarinum, sum viðkomandi ætlar at keypa. Onkrar minni dagføringar eru samstundis gjørdar í tinglýsingarlógini. Ein teirra er, at nú skulu fólk upplýsa p-tal á skeytum, har tað áður hevur verið nóg mikið at upplýsa føðingardagin. Fyritøkur skulu somuleiðis upplýsa V-tal, tá tinglýst verður. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290