Føroyingar leggja fót fyri Sea Shepherd

Føroyingar leggja fót fyri Sea Shepherd
Túsundtals føroyingar leggja nú fót og svara aftur í Facebook-bólki, nú Sea Shepherd ger seg til reiðar at fara í hernað móti grindadrápinum
Túsundtals føroyingar kjakast um, hvussu fótur kann leggjast fyri Sea Shepherd, nú felagsskapurin fer at mótmæla grindadrápi. Umleið 500 mótmælisfólk eru í Føroyum komandi vikurnar
Mynd: facebook.com

10.06.2014 - 15:33

- Rópið grindaboð á hvørjum tanga, nesi, vík og vág, so peningurin hjá Sea Shepherd verður skjótt uppi, so tey noyðast skjótt avstað aftur.

- Grindamenn kunnu lata seg í troyggjur við stuttum ermum við Sea Shepherd-búmerkinum prentaðum á, tá grind verður hildin til.

- Haldi ikki, at vit skulu drepa nakra grind, nú Sea Shepherd er her, tí teir vilja jú hava balladu fyri pengarnar.

Hugskotini eru mong og ymisk á Facebook-bólkinum Stop Sea Shepherd Violence!, har tað í løtuni eru 3.452 limir. Teir flestu limirnir í Facebook-bólkinum eru føroyingar.

Umframt mongu hugskotini, ið eru uppi at venda, nú Sea Shepherd hevur varskógvað við 500 mótmælisfólkum, verður eisini kjakast um ymiskt, ið ført verður fram í Facebook-bólkinum.

Slóð til Facebook-bólkin: Stop Sea Shepherd Violence! (letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985