Jan Rasmussen verjir ritgerð um CTD týsdagin

Jan Rasmussen verjir ritgerð um CTD týsdagin
Fyri fyrstu ferð verður ein Ph.D.-verkætlan í læknafrøði vard á Landssjúkrahúsinum
 
11.06.2014 - 15:45

Týsdagin 17. juni kl. 13  fer Jan Rasmussen, lækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum,  at verja Ph.D.-ritgerðina hjá sær um CTD-verkætlanina. Ritgerðin er úrslit av kanningararbeiði seinastu trý árini. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein Ph.D. verkætlan í læknafrøði verður vard á Landssjúkrahúsinum.

Fyrst hevur Jan Rasmussen framløgu í 45 minuttir um úrslitini frá verkætlanini um CTD, og síðani fáa próvdómararnir høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum. 

Próvdómarar til verjuna vera Gunnar Gislason, professari, og Jacob Møller, úr Danmark og Nicola Longo, professari úr USA.

Lisið síðani 2011

Jan Rasmussen hevur verið innskrivaður á lærda háskúlanum í Keypmannahavn sum Ph.D. lesandi síðani 2011, og hevur samstundis verið fast knýttur at Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum. 

Granskingarráðið og privatur stuðul hava fíggjað verkætlanina. 

Verjan er almenn, og øll áhugaði eru vælkomin í Veitsluhøllini, Eirargarður 7 á Landssjúkrahúsinum. Verjan verður á enskum máli, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040