Akademikarar velja Tjóðveldi og Javnaðarflokkin

Akademikarar velja Tjóðveldi og Javnaðarflokkin
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa undirtøku frá fólki við styttri útbúgvingum, vísir kanning
 
12.06.2014 - 16:47

Høg útbúgving ger teg vinstrasinnaðan.

Tað er niðurstøðan í eini kanning, sum viðger samanhangin millum útbúgving og hvønn flokk, tú velur. Kanningin er endurgivin í danska fakritinum Ingenøren. Og okkurt bendir á, at sami samanhangur er at síggja í føroysku veljarafjøldini.

Fjórði hvør akademikari velur Tjóðveldi

Eitt nú er týðiligt, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa væl fleiri atkvøður frá akademikarum enn hinir báður stóru flokkarnir, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin. Tað vísir veljarakanningin, sum Fólkaflokkurin læt gera herfyri. Sambært kanningini kemur fjórða hvør atkvøða hjá Tjóðveldi frá einum akademikara, meðan sætti hvør javnaðarveljari hevur eina akademiska útbúgving.

Hjá Fólkaflokkinum er áttandi hvør veljari akademikari, meðan bara fimm prosent av veljarunum hjá Sambandsflokkinum hava eina akademiska útbúgving.

Í kanningini skuldu veljarararnir upplýsa, um teir høvdu fólkaskúlaprógv, miðámsskúlaprógv, handverkaraútbúgving, styttri víðari útbúgving, miðallanga víðari útbúgving, sum tekur 2-4 ár, ella langa víðari útbúgving, sum tekur meir enn fýra ár.

Helvtin hevur langa útbúgving

Taka vit tær báðar hægstu útbúgvingarnar undir einum, sæst sama mynstur, hóast munurin minkar nakað. Her vísir tað seg, at 61 prosent av veljarunum hjá Tjóðveldi og 48 prosent av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum hava annaðhvørt eina miðallanga ella langa víðari útbúgving. Hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava avikavist 45 og 32 prosent eina miðallanga ella langa útbúgving

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139