Fleiri lønir og fleiri løntakarar

Fleiri lønir og fleiri løntakarar
Í mars vóru 23.909 løntakarar í Føroyum, og tað er tað mesta í meira enn trý ár
 
12.06.2014 - 10:33

Ì mai vórðu 625 milliónir kr. útgoldnar í lønum, og tað var tað sama sum í apríl.

Løninar hava síðani í fjør heyst lyft seg spakuliga uppeftir, úr 600 milliónum um mánaðin til nú at liggja um 620 milliónir um mánaðin, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár vórðu 130 milliónir kr. útgoldnar enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 4,5 prosent.

Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men størsta framgongdin er í ídnaðarbólkunum, bygging 10,6% og fiski- og alivinna 7,6%.

Fleiri løntakarar

Samstundis eru fleiri løntakarar í Føroyum.

Í mars vóru 23.909 løntakarar í Føroyum, tað er tað mesta í meira enn trý ár. 

Tað hava ikki verið yvir 24.000 løntakarar síðan oktober 2010, sum var tíðarskeiðið beint áðrenn stóru húsagangirnar í fíggjar- og fiskivinnuni, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598