Sildaavtalan er bert galdandi í ár

Sildaavtalan er bert galdandi í ár
Samráðingar verða aftur í heyst um kvotuna fyri 2015, og tá sita føroyingar við borðendan
ES og Føroyar eru samd um sildakvotuna í ár. Maria Damanki, ES-fiskivinnukommisserur, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hava samskift nógv seinastu tíðina
 
12.06.2014 - 08:18

Jacob vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum vil ikki gera viðmerkingar til avtaluna, sum er gjørd við ES um sildina.

- Vit hava avtalað, at landsstýrisfundur verður kl. 11 fyrrapartin, og tá tann fundurin er liðugur, verður kunnað um avtaluna, sigur landsstýrismaðurin.

Hann var saman við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni á fundi við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum í gjár. Teir fundirnir eru vanliga í trúnaði, og tí vil Jacob Vestergaard heldur ikki gera viðmerkingar til tann fundin.

Jacob Vestergaard sigur kortini so mikið, at avtalan við ES bert er galdandi fyri í ár.

Tað hevur ljóðað síðani í gjár, at føroyska sildakvotan í ár verður 9,56 prosent, 40.000 tons.  9,56 prosent eru 4,40 prosentstig meira enn ES og hini strandarlondini upprunaliga vildu lata Føroyum, tí býtislykilin frá 2007 sigur, at Føroyar eiga 5,16 prosent.

Ikki er greitt enn, um hini strandarlondini, Noreg, Ísland og Russland, taka undir við, at Føroyar fáa størri sildakvotu.

Samráðast aftur í september

Í september fara strandarlondini aftur at samráðast um norðhavssildina og kvoturnar fyri 2015.

Føroyar fara at standa á odda fyri teimum samráðingunum. Tær fara at byggja á úrslitini frá fiskifrøðingum, sum eru í ferð við at gera nýtt grundarlag fyri sildabýtinum.

Fyrst í september í fjør fingu Føroyar undirtøku fyri einum uppskoti um at seta fiskifrøðingar at gera nýtt tilmæli um grundarlagið fyri sildabýtinum í framtíðini.

Liðugur í heyst

Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur fyri 1.september í ár, so strandarlondini hava okkurt nýtt at byggja samráðingarnar á um kvotuna fyri 2015, og árini eftir 2015.   Í frágreiðingini hjá fiskifrøðingunum skal vera tilfar frá 1995 til 2013 um havlívfrøðiligar rannsóknir og fiskiskap eftir norðhavssild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098