Skotar góðtaka ikki semjuna millum Føroyar og ES

Skotar góðtaka ikki semjuna millum Føroyar og ES
Skotska uppsjóvarvinnan sigur, at Føroyar eiga at ber 21.500 tons av sild í ár og ikki 40.000 tons
Ian Gatt er stjóri í felagnum hjá skotsku uppsjóvarvinnuni
 
13.06.2014 - 10:36

Skotar góðtaka heldur ikki semjuna, sum er gjørd millum Føroyar og ES um sildakvotuna.

Ian Gatt, stjóri í felagnum hjá skotsku uppsjóvarvinnuni, sigur, at líka síðani Føroyar gjørdu av at fiska meiri enn loyvt, hevur hann borið ótta fyri, at føroyingar fóru at halda fram við at fiska meiri, enn landið hevur loyvi til.

Í ár er samlaða kvotan av sild 419.000 tons, og eftir tí eiga Føroyar 21.500 tons.  Verður føroyska kvotan hægri enn tað, so er tað eitt mistak, um ES setur revsitiltøkini úr gildi, sigur Ian Gatt.

Føroyska kvotan av norðhavssild er 40.000 tons í ár.

ES eigur at gjalda

ES noyðist at gjalda, nú Føroyar fáa knappliga 20.000 tons meira av norðhavssild enn strandarlondini vóru samd um at lata Føroyum. 

Tað sigur Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum, á heimasíðu felagsins. Hann sigur, at gamla kvotubýtið frá 2007 eigur at halda fram. Annað kann Noreg ikki góðtaka.

Audun Maråk minnir á, at avtalan millum Noreg og Føroyar um sínámillum fiskirættindi í 2014 var treytað av, at Føroyar eru við í avtaluni millum strandarlondini um norðhavssild. Sambært henni eiga Føroyar 21.000 tons, ikki 40.000 tons, sum ES og Føroyar nú eru vorðin samd um.

Strika avtaluna við Føroyar

Noreg eigur at strika avtaluna við Føroyar um fiskirættindi í ár, sigur Audun Maråk. Og tað líkist ongum, at ES enn eina ferð fer uttan um hini strandarlondini í samráðingunum um uppsjávarfisk.

Nú ES hevur góðtikið, at Føroyar fáa meira sild, eigur ES eisini at rinda rokningina fyri tað, sigur Audun Maråk. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097