Váðasteinur seldur á Toftir

Váðasteinur seldur á Toftir
Nýggju eigararnir yvirtaka skipið á jóansøku
 
13.06.2014 - 08:02

Línu- og garnaskipið Váðasteinur úr Havn er selt inn á Toftir, skrivar Nes kommuna.

Tað var Jóhan í Hoyvík, sum læt skipið byggja á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977, og tað er eitt nýstovnað felag á Toftum, sum keypir skipið. Váðasteinur fekk nýggjan motor í 2003.

Váðasteinur fiskar við línu, men hevur eisini garnaloyvi til svartkalva. Váðasteinur er til fiskiskap, so nýggju eigararnir yvirtaka ikki skipið fyri enn hesin túrurin er liðugur. Ætlanin er at yvirtøkudagurin verður á jóansøku, 24. juni.

Tað eru fleiri, sum hava sett pening í nýggja felagið. Martin V. Heinsen er nevndarformaður, og stjóri er Niclas Davidsen, skrivar Nes kommuna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985