89.000 kr. at granska námsfrøði í fólkaskúlanum

89.000 kr. at granska námsfrøði í fólkaskúlanum
Fólkaskúlagrunnurin skal serliga stuðla verkætlanum, sum kveikja og menna arbeiðið í føroyska fólkaskúlanum.
 
16.06.2014 - 10:30

Nú ber til at søkja um granskingarstuðul úr Fólkaskúlagrunninum. Grunnurin er sjálvsognargrunnur, ið skal veita granskingarstuðul til verkætlanir í námsfrøði innan fólkaskúlaøkið. 

Grunnurin skal serliga stuðla verkætlanum, sum kveikja og menna arbeiðið í føroyska fólkaskúlanum. Stýrið fyri grunnin hevur gjørt av, at tilsamans 89.000 kr. kunnu játtast sum granskingarstyrkur til gransking innan fólkaskúlaøkið.

Stýrið avger, hvørjar verkætlanir verða stuðlaðar, og hvussu stórar stuðulsupphæddirnar verða.

Evstamark at søkja um stuðul úr Fólkaskúlagrunninum er 8.juli, skrivar mentamálaráðið á heimasíðu síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985