ES sagt svartkjaftaavtaluna upp

ES sagt svartkjaftaavtaluna upp
ES-londini krevja at fáa størri part, og tí verða samráðingarnar torførar. Nótaskip fegnast um, at sildatrætan er loyst
 
16.06.2014 - 08:00

ES hevur sagt upp verandi avtalu um býtið av svartkjaftakvotuni við kravi um størri part. Tí verða næstu samráðingarnar um svartkjaft torførar.

Tað sigur Felagið Nótaskip. 

Makrelkvotan er meira verd enn tey prosentini, sum eru komin afturat, sigur felagið eisini.  Tí nú sleppa føroyingar at fiska ein stóran part í norskum sjógvi og í ES-sjógvi. Meira fæst fyri tann makrelin enn fyri makrel, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.  Føroyska makrelkvotan er 12,6 prosent tey næstu fimm árini.

Felagið Nótaskip fegnast um, at Føroyar aftur kunnu selja sild og makrel á øllum marknaðunum, tí ES gevst við sínum handilsforðingum móti Føroyum. Avtalan við ES um norðhavssildina er eitt gott samráðingarúrslit, halda Nótaskip.

Stovnurin illa fyri

Sildastovnurin er illa fyri í løtuni, tí tilgongdin hevur verið lítil í nógv ár.  Í 2009 var heildarkvotan hjá strandalondunum 1,6 milliónir tons. Síðani er kvotan støðugt minkað, og í ár er hon bara 419.000 tons.

Tað nyttar ikki bara at hyggja eftir prosentum, tí í 2009 var føroyska sildakvotan eftir tí gamla býtinum 85.000 tons. Sambært gamla býtinum eiga Føroyar 5,16 prosent av heildarkvotuni.

Avtalan við ES um 2014 gevur Føroyum 9,56 prosent, 40.000 tons. Hetta er tó bara galdandi í ár.  Stjórnirnar í hinum londunum hava enn ikki sagt nakað um avtaluna millum Føroyar og ES. Í heyst fara strandarlondini at samráðast um nýggjan býtislykil. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751