Eysturoyartunnilin: Nú byrjar kanningin

Eysturoyartunnilin: Nú byrjar kanningin
Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri, hevur fingið høli í Dómhúsinum í Havn í næstu viku
Hans Gammeltoft-Hansen er kanningarstjóri í málinum um Eysturoyartunnilin
 
16.06.2014 - 14:44

Sjey fólk, fimm embætisfólk og tveir politikarar, eru boðsend at svara spurningum frá Hans Gammeltoft-Hansen, sum kannar tunnilsmálið fyri Landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum.

Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri, hevur fingið høli í Dómhúsinum í Havn í næstu viku.

Tríggir dagar, mánadagurin, týsdagurin og mikudagurin, eru settir av til at spyrja embætisfólkini Sjúrð Rasmussen, Rúna Joensen, Ewald Kjølbro, Kaj Johannesen og Nellu Festirstein, og floksformenninar Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen. 

Føroyskir advokatar hjálpa

Hans Gammeltoft-Hansen hevur tveir føroyskar advokatar afturat sær, Majken Johansen, sum býr og arbeiðir í Danmark, og Jens Wang í Havn. 

Jógvan Páll Lassen er hjásiti hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Sigmund Poulsen hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni.

Um mánaðaskiftið august-september eru settar av tvær vikur til spyrja fólk um tunnilsmálið.

Kanningararbeiðið er opið fyri almenninginum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF