Endurgjaldskrøv móti Eik endað í Landsrættinum

Endurgjaldskrøv móti Eik endað í Landsrættinum
Rætturin viðgjørdi málini fyrr í vikuni, og 1. juli fellur dómur
 
18.06.2014 - 14:15

1.juli fer Eystari Landsrættur at fella dóm í tveimum sakarmálum um endurgjaldskrøv móti Eik Banka viðvíkjandi tryggu virðisbrøvunum, sum Kaupting seldi í Føroyum.

Landsrætturin viðgjørdi málini mánadagin og í gjár.  Enn eru bara hesi bæði málini roynd í rættinum. 

Men tíggju fólk, stovnar og fyritøkur, sum mistu pengar av sonevndu tryggu virðisbrøvunum, sum Kaupting seldi, hava stevnt eftir millum 17 og 18 mió. kr. fyri at bróta fyrningarfreistina, sigur Brandur Ellingsgaard, advokatur.  Fleiri enn tey tíggju vendu sær til hansara, men nøkur avgjørdu ikki at stevna, sigur hann.

Fekk ikki viðhald

Sólborg Dulavík skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, tí hon fekk ikki 288.000 kr., sum hon heldur seg eiga til góðar hjá Eik Banka, sum yvirtók Kaupting Banka í 2007.

Føroya rættur segði, at Eik heftir ikki fyri tryggu virðisbrøvini sum Kaupting seldi føroyingum. Og tí varð Sólborg Dulavík dømd at gjalda Eik Banka 33.000 kr. í sakarmálskostnaði.

Men Føroya rættur segði, at Poul Michelsen skuldi hava 318.000 kr. í endurgjaldi umframt rentu. Tær fær hann, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehmann Brothers, sum tá var farin at ridla. Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til ikki at sleppa sær við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehmann á heysin.

Ófullfiggjað ráðgeving

Føroya rættur sigur, at ófullfíggjaða ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka, gjørdi, at hann misti sínar pengar. Og Eik heftir fyri sín ráðgeva og skal tí gjalda Poul Michelsen 318.000 kr. og 33.000 kr. í sakarkostnaði.

Eik Banki góðtók ikki dómin, og vildi tí royna málið í Landsrættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977