Stjórin: Landsverk tryggjar lægri asfaltprísir

Stjórin: Landsverk tryggjar lægri asfaltprísir
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, spyr, um Vinnuhúsið vil, at tvær privatar fyritøkur skulu býta asfaltarbeiði millum sín og avmarka kappingina
Ewald Kjølbro er stjóri á Landsverki
 
18.06.2014 - 07:49

Eingin ivi er um, at Landsverk tryggjar føroyingum lægri asfaltprísir, tá landsvegirnir skulu asfalterast. 

Prísurin hevði verið nógv hægri, um Landsverk ikki var við í kappingini um asfaltið. Men kanska vil Vinnuhúsið, at tvær privatar fyritøkur uttan nakað sum helst eftirlit býta asfaltarbeiðini millum sín og avmarka kappingina, sum er í dag. Landsverk kann saktans bjóða upp á asfaltering, sum Landsverk bjóðar út.

Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum spyr, um Vinnuhúsið vil beina fyri kapping.

Vinnuhúsið undrast

Mánadagin undraðist Vinnuhúsið á, at ein almennur stovnur sjálvur kann bjóða upp á arbeiði, sum stovnurin bjóðar út. Og ikki bara tað, men eisini geva sær sjálvum arbeiðið. 

Vinnuhúsið sipaði til asfaltarbeiði, sum Landsverk bjóðar út.

Ewald Kjølbro sigur, at sum almennur stovnur er Landsverk undir strongum eftirliti. Eftirlit er við, hvussu Landsverk ber seg at í kappingarstøðum. Landsverk kappast á jøvnum føti við hinar veitararnar á marknaðinum. Landsverk hevur eitt lógarásett krav um ikki at reka kappingaravlagandi virksemi. Hetta krav er ikki sett privatum fyritøkum. 

Tað almenna bjóðar aðrastaðni

Ewald Kjølbro sigur eisini, at aðra staðni er rættiliga vanligt á marknaðum við lítlari og ongari kapping, at tað almenna eisini bjóðar seg fram ella umsitur slíkar uppgávur fyri at tryggja, at prísirnir eru hóskandi.

Eitt yvirlit hjá Landsverki vísir, at seinastu fýra árini hevur Landsverk fingið asfaltarbeiði fyri góðar 10 mió. kr. og privatu fyritøkurnar fyri slakar 20 milliónir. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817