Drúgv tíð at kanna Johan Dahl og Strandferðsluna

Drúgv tíð at kanna Johan Dahl og Strandferðsluna
Landsstýrismálanevndin hevur fingið tilfarið frá Strandferðsluni. Skjølini fylla tríggjar mappur, sigur forkvinnan í nevndini
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum
 
19.06.2014 - 14:59

Tað fer at taka rúma tíð hjá Landsstýrismálanevndini at fáa greiði á kæruni frá andstøðuni um, hvussu Johan Dahl, landsstýrismaður, umsat Strandfaraskip Landsins í fjør.

Skjølini frá Strandferðsluni fylla tríggjar mappur, og Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin skulu svara í morgin.

Tað var fyrst í mai, at allir fýra andstøðuflokkarnir kærdu um fyrisitingina hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, av  Strandfaraskipum Landsins í fjør.

Flokkarnir vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, við tilhoyrandi skjølum, sum vórðu sendar Løgtinginum.

Átala landsstýrismannin

Løgtingsgrannskoðararnir siga m.a., at tað als ikki er nøktandi, at roknskaparviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins hava verið ógreið og ikki nøktandi.

Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ellabað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.

Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini hvassliga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri a tfáa viðurskiftini í rættlag, tá ráðið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar.

Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at samskiftið millum Strandferðsluna og Vinnumálaráðið/landsstýrismannin tykist óskipað, ógreitt og skiftandi.

Løgtingsgrannskoðararnir halda heldur ikki, at játtanar- og fíggjarviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins eru handfarin nøktandi, hvørki av stovnsleiðsluni, ella av
aðalstýrinum og landsstýrismanninum.

Fyrisitingin skal kannast

Tí vilja andstøðuflokkarnir hava Landsstýrismálanevndina at kanna, um landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt, um hann hevur hildið stýrisskipanarlógina, um hann hevur hildið lóg um landsins játtanarskipan, um hann hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins, og um hann hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av  málinum.

Vinnumálaráðið vildi hava longri tíð at svara Landsstýrismálanevndini, og longda freistin er úti í morgin.

Landsstýrismálanevndin hevur fingið tilfarið frá Strandferðsluni, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini. Nevndin hevur ikki sæð tey skjølini, men tey fylla tríggjar mappur, sigur Sirið Stenberg.

Tá tilfarið frá Vinnumálaráðnum og landsstýrismanninum eru komin, fer nevndina at tosa um tey. Men talan er um nógv skjøl, so tað fer at taka drúgva tíð at viðgera málið.

Tá Landsstýrismálanevndin hevur gjøgnumgingið skjølini frá Strandferðsluni, Vinnummálaráðnum og landsstýrismanninum, skulu  kærararnir gera viðmerkingar til tilfarið, so talan er stórt drúgvt arbeiði, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650