Thor hevur aftur keypt Grunnabarð

Thor hevur aftur keypt Grunnabarð
Skipið skal fiska uppsjóvarkvotu hjá Thor
Mynd: Skipini.fo  
 
19.06.2014 - 07:52

Aftur í ár hevur Thor keypt uppsjóvarskipið Grunnabarð frá South Pelagic í Vági.

South Pelagic hevur eingi loyvi at fiska sild, makrel ella svartkjaft, men tað hevði Thor í fjør. Thor hevur tó ikki skip til at fiska uppsjóvarfisk. Tí keypti Thor í fjør Grunnabarð at brúka uppsjóvarloyvini hjá Thor.

Fáa helst loyvi

Av tí at Thor slapp at fiska sild og makrel í fjør, fær felagið í Hósvík ivaleyst loyvi aftur í ár. Men South Pelagic fær neyvan loyvi, tí Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sagt, at nýggir "aktørar" sleppa ikki upp í part, tá loyvini at fiska sild og makrel í ár verða latin. 

Kunngerðin ikki lýst enn

Landsstýrismaðurin ger tá samstundis vart við, at kunngerðin um fiskiskapin í ár er ikki lýst enn. Kunngerðin skuldi latast Fiskivinnuráðnum til ummælis í hesari vikuni.  

Grunnabarð hevur bara eittans fiskiloyvi, royndarloyvi at fiska hvítingsbróður til hálvan juli.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Gudstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096