Bilur stolin á Hoyvíksvegnum

Bilur stolin á Hoyvíksvegnum
Tá eigari skuldi í bilin í morgun, var hann horvin
 
23.06.2014 - 10:03

Ein bilur er stolin miðskeiðis á Hoyvíksvegnum í Havn í nátt.

Eigarin setti bilin frá sær um sekstíðina í gjárkvøldið, men tá hann skuldi í bilin í morgun, var hann horvin.

Talan er um ein bláan Ford Ka frá 2010, við nummarplátuni SH 352.

Tey, sum vita um bilin, verða biðin um at siga løgregluni frá.

Stjólu bil í Runavík

Í gjáramorgunin kom løgreglan fram á ein annan bil, sum varð tikin í Runavík. Fólk vóru varug við, at nakrir mans royndu at fáa ein bil av aftur eini ferðsluoyggj við ítróttarhøllina, sum teir høvdu koyrt uppá.

Tað vísti seg, at bilurin frammanundan var tikin. Menninir eru skuldsettir fyri stuldur.

Drukkin bilførari

Í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um, at ein bilur hevði rent á Undir Krákugjógv í Havn. Tað vísti seg at bilførarin hevði drukkið, og hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Annars var vikuskiftið sum heild friðarligt, verður upplýst á løgreglustøðini í Havn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342