Norðhavssildin seinkar kunngerðini

Norðhavssildin seinkar kunngerðini
Í Fiskimálaráðnum hildu tey tað vera rættast at viðgera bæði makrelin og sildina saman
Rógvi Reinert er aðalstjóri í Fiskimalaráðnum
 
23.06.2014 - 07:57

Tingingarnar við ES um norðhavssildina gjørdu, at kunngerðin um makrel og sild ikki er komin enn.

Í Fiskimálaráðnum hildu tey tað vera rættast at viðgera bæði makrelin og sildina saman.

Semja um sildina

Fyri hálvari aðru viku síðani fekst semja millum Føroyar og ES um føroysku sildakvotuna í ár. ES lovaði samstundis at taka aftur handilsforðingarnar móti Føroyum, og Føroyar taka aftur gerðarrættarmálini móti ES.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at tey hildu tað vera skilabest ikki at lýsa nakra kunngerð um makrel, fyrr enn ein niðurstøða var um sildina.

Fiskimálaráðið helt tað heldur ikki vera rætt at lata skipunum, sum arbeiða makrelin umborð, loyvi at fiska, hóast kunngerðin ikki er lýst. Av tí at skipini nú aftur sleppa í norskan sjógv og ES sjógv at fiska, hava tey ikki so stóran skund, tí makrelurin er meira verdur, tá hann er komin í norskan sjógv seinni í summar.

Vilja keypa makrel

Men reiðarin á Norðborg og Christani í Grótinum segði við Útvarpið fríggjadagin, at keyparar eru til makrelin, sum fæst í føroyskum sjógvi nú, og tí er tað harmiligt, at skipini ikki sleppa at fiska. Tey hava nú ligið í ein mánað.   

Áðrenn kunngerðin verður lýst, skal hon til ummælis í Fiskivinnuráðnum. Og Fiskivinnuráðið hevur ikki fingið kunngerðina enn. Í fjør varð kunngerðin lýst 21.mai.  

Loyvi at fiska makrel og norðhavssild í ár verða ikki skrivað, fyrr enn kunngerðin, sum sigur, hvør sleppur at fiska, og hvussu kvoturnar verða býttar millum skipabólkarnar, er lýst og komin í gildi.

Nógvar umsóknir

Fiskimálaráðið hevur longu fingið nógvar umsóknir um loyvi at fiska makrel í ár.

Millum annað hava Meginfelag Útróðrarmanna og Felagið Garnaskip søkt um loyvi at fiska makrel og sild. Og nøkur feløg undir stovnan hava søkt, millum annað til útlendsk uppsjóvarskip, sum ætlanin er at fáa í føroyska flotan. Einstaklingar hava eisini søkt um loyvi at fiska makrel.        

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949