Viðareiðistunnilin: Í dag verður spakin settur í

Viðareiðistunnilin: Í dag verður spakin settur í
Alt arbeiðið skal verða liðugt í 2017
 
23.06.2014 - 08:08

Seinnapartin í dag, klokkan trý, verður farið undir arbeiðið at gera berghol til Viðareiðis. 

Spakin verður settur í við smiðjuna hjá Landsverki í Hvannasundi. Og sett verður fyrst á at bora Hvannasundsmegin. Tað verður fyrst í september. 

Eitt 1939 metra langt berghol skal gerast úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum. Harafturat skulu gerast okkurt um fýra kilometrar av vegi.

Løgtingið hevur játtað 162 mió. kr. til arbeiðið, sum samtakið Articon og norska LNS gera, og sum skal vera liðugt í fyrsta ársfjórðingi í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608