Boring í Barentshavinum gav einki

Boring í Barentshavinum gav einki
Statoil hevur júst borað Apollo-brunnin í Barentshavinum, men olja var eingin at finna
 
24.06.2014 - 09:09

Fyrsta boringin hjá Statoil í Barentshavinum gav einki, og tað fegnast Greenpeace um, skrivar grønlendska Kringvarpið.

Statoil hevur júst borað Apollo brunnin í Barentshavinum, men olja var eingin at finna. Norsku myndugleikarnir hava longu givið Statoil loyvi at halda fram við at leita eftir olju í Barentshavinum.

Greenpeace hevur mótmælt oljuleitingini í Barentshavinum, tí leitað verður ov tætt Bjarnoynni, og at náttúruríkidømið á oynni er hótt.

Fegnast um tóman brunn

- Vit fegnast um at brunnurin vísti seg at vera tómur, tí so fær friðaða økið við Bjarnoynna eitt longri skotbrá, sigur ætlanarleiðarin hjá Greenpeace, Sune Scheller, í tíðindaskrivi.

Greenpeace hevur kært avgerðina hjá norsku myndugleikunum at lata Statoil bora eftir olju, og ta kæruna fara myndugleikarnir at viðgera, áðrenn Staoil sleppur at seta á at bora næsta holið í Barentshavinum, skrivar KNR.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985