Í dag koma kinesisku eftirlitsfólkini

Í dag koma kinesisku eftirlitsfólkini
Føroyski útflutningurin til Kina veksur skjótt. Í fjør varð útflutt fyri eina hálva milliard krónur
Kinesisku eftirlitsfólkini fara m.a. at vitja laksavirki
 
24.06.2014 - 08:35

Seinnapartin í dag koma eftirlitsfólkini hjá kinesisku matvørumyndugleikunum til Føroya. Fýra eftirlitsfólk og eitt fólk frá donsku sendistovuni í Beijing eru í ferðalagnum.
Í morgin fara eftirlitsfólkini á eitt laksavirki og um borð á eitt verksmiðjuskip, upplýsir Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum er vertur hjá kinesisku sendinevndini.
Hósdagin verður vitjað á kanningarstovuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Fundur í dag

Fólk á Heilsufrøðiligu starvsstovuni hava fund við kinesararnar í dag og hósdagin, tá sendinevndin fer av landinum aftur.
Føroyski útflutningurin til Kina veksur skjótt. Í fjør varð útflutt fyri eina hálva milliard krónur. 
Kinesisku myndugleikarnir hava serligan áhuga fyri laksi og uppsjóvarfiski, nú teir senda fólk til Føroya.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006