Bíða enn eftir makrelkunngerðini

Bíða enn eftir makrelkunngerðini
Fiskivinnuráðið fer væntandi at viðgera kunngerðina, so skjótt ráðið hevur fingið hana úr Fiskimálaráðnum
Jóanna Djurhuus er forkvinna í Fiskivinnuráðnum
 
25.06.2014 - 14:49

Enn hevur Fiskivinnuráðið ikki fingið makrelkunngerðina til ummælis, og tí fara nakrir dagar at ganga aftrat, áðrenn kunngerðin er klár at seta í verk.

Jóanna Djurhuus, forkvinna í Fiskivinnuráðnum, sigur, at nú er so nógv útliðið, at Fiskivinnuráðið helst fer at viðgera kunngerðina, so skjótt sum hon er komin, men fyribils bíðar ráðið eftir kunngerðini.

Fiskivinnuráðið skal ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Tað eru umboð fyri ymsar bólkar, sum manna Fiskivinnuráðið. 

Forkvinna er Jóanna Djurhuus, og hinir í nevndini eru: Absalon Hansen, Absalon í Buð, Eyðstein Djurhuus, Herálvur Joensen, Jan Højgaard, Jóhannus M. Olsen og Niels Winther.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659