Fleiri skip - Sjóvinnustýrið ikki styrkt

Fleiri skip - Sjóvinnustýrið ikki styrkt
17 fulltíðarstørv eru í Sjóvinnustýrinum. Frá 2009 til 2013 fóru 14 fólk úr starvi. Eingin varð uppsagdur
 
25.06.2014 - 08:59

Hóast nógv skip eru komin afturat, er Sjóvinnustýrið ikki styrkt, hvørki við fólki ella pengum.

Frá 2009 til 2013 komu 103 skip í føroysku skipaskráirnar, 62 teirra vórðu skrásett í FAS, altjóða skipaskránni. Men Sjóvinnustýrið hevur hvørki sett fleiri fólk ella fingið fleiri pengar at fyrisita og røkja eftirlitsuppgávurnar so hvørt, fleiri skip eru komin í flotan. 

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu. 

17 fulltíðarstørv

Johan Dahl sigur, at í august vera 17,1 fulltíðarstarv í Sjóvinnustýrinum. Í januar í fjør vóru 0,8 fleiri størv í Sjóvinnustýrinum. Tey fimm árini 2009 til 2013 fóru 14 fólk úr starvi í Sjóvinnustýrinum. Eingin varð sagdur úr starvi.

Í ár eru fýra fólk afturat farin úr Sjóvinnustýrinum. Orsøkirnar eru ymiskar, men av tí at talan er um persónsmál, vil Johan Dahl ikki siga meira um hetta í svarinum til Gunvør Balle. 

Johan Dahl viðgongur, at starvsfólkatalið hjá Sjóvinnustýrinum er avmarkað samstundis sum Sjóvinnustýrið dagliga fær nógvar átrokandi fyrispurningar. 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086