Golfvøllurin fer í løgtingið

Golfvøllurin fer í løgtingið
Løgtingið skal geva landsstýrinum bæði heimild og eykajáttan
 
25.06.2014 - 13:19

Landsstýrið kann ikki hjálpa Tórshavnar kommunu at leiga lendið til golfvøll á Glyvursnesi uttan loyvi frá løgtinginum.

Løgtingið skal geva landsstýrinum bæði heimild og eykajáttan.

Lagt fram á ólavsøku

Málið kemur í løgtingið eftir ólavsøku, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið hevur biðið Landsverk um ein frágreiðing um, hvørji arbeiðið skulu gerast í sambandi við golfvøllin, so sum vegargerð.   

Sambært lógini um landsjørð kann Búnaðarstovan taka aftur nýtslurætt frá festara til lendi og leiga kommunu lendið til almannagagnligt endamál. Men kommunan skal afturfyri rinda endurgjald fyri millum annað vetrarbit og annan fíggjarligan miss hjá festaranum. 

Tórshavnar kommuna vil hava landið at vera við í endurgjaldinum, tí kommunan heldur, at ein golfvøllur kemur øllum landinum til góðar, millum annað ferðavinnuni. Tórshavnar kommuna heldur, at landið eigur at lata lendið, og so ger kommunan golfvøllin.

Tíggju milliónir

Landsstýrið er sinnað at vera við, men spurningurin er ikki avgreiddur í landsstýrinum enn. Sambært tí, sum higartil er upplýst, verður endurgjaldskravið okkurt um tíggju milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328